Talan er um eini snøgg arkitektteknaði sethús, ið standa frítt og hava avbera gott útsýni yvir sundið og landslagið.
Í niðaru hæddini eru durur / trappugongd, fýrrúm / vaskirúm, køkur, stova við atgongd út á altan, baðirúm, kamar og rúm, har møguleiki er at gera baðirúm. Á ovaru hæddini eru trappugongd, loftstova við atgongd út á altan, baðirúm og fýra kømur, harav kamarið á kvistinum hevur klædnarúm.
Umhvørvið er friðarligt, barnavinarligt og náttúruvakurt, og bæði er stutt niðan í haga og oman í fjørðu. Skúli og spælipláss eru nærindis, og er tørvur á at leggja leiðina til Klaksvíkar, har alskyns hentleikar eru, tekur tað einans uml. 5 min. við bili. Eisini er gott busssamband í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.