Talan er um eitt neyst við tilhoyrandi báti, Drangur TG 374, ið hevur fiskiloyvi í bólki 5B. Ognin stendur á egnum matrikli, men ongin skilaveggur er ímillum til grannan eystanfyri.
Neystið er væl útgjørt við eitt nú vatni, el, spæli og drátti. Eitt innskotið timburdekk er undir loftinum, ið eisini kann nýtast til goymslu.
Ognin er staðsett skamt vestanfyri matvøruhandilin Esla, og tað ber til at seta bilin frá sær uppi á vegnum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.