Sethús, Andrasargøta 11, Hoyvík

Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið liggja við blindan veg í barnavinarligum umhvørvi.

Runt ognina er úthús, tún og urtagarður, ið er plantaður á hellu – eisini er tilhoyrandi vælveruøki við hitapotti og skúri við sauna.

Í veghædd er ognin innrættað við duri/trappugongd, tveimum kømrum, baðirúmi, kontóri/kamari, teknikrúmi/kjallararúmi og goymslurúmi.

Í miðhædd er trappugongd, stova og køkur- og spísistova v/útgongd út á svala.

Í lofthædd er trappugongd, hjúnakamar, tvey kømur og baðirúm.

Frá ognini er stutt til eitt nú handlar, stovnar, skúlar, ítriv og grøn øki.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.