Nýtt
boð

Sethús, Stórheyggjur 5, Vágur

Talan er um eini hugnalig sethús í einari hædd, ið eru bygt í 2001. Ognin stendur ovarlaga í lendinum við sera góðum útsýni og sólargangi. Niðankoyring er felags við grannan eystanfyri, og ber til at parkera ein bil á stykkinum.

Húsini eru innrættaði við duri, gongd, køk-og stovu í einum, tveimum kømrum, goymslurúmi, baðirúmi, hjalli og bryggers/fýrrúmi v/útgongd.

Grannalagið er friðarligt við blindan veg og er skjótt inn í bygdina og til teir hentleikar, ið eru har, so sum innkeyp ella frítíðarendamál. Vágs bygd hevur eitt nú marghøll, svimjihøll, ítrottarøki og spælipláss, har til ber at gagnnýta tíðina uttanfyri heimið. 


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.