Talan er um eitt grundøki á 520 m2, ið er planerað og liggur í ítróttar- og mentanarøkinum hjá Klaksvíkar kommunu. Staðsetingin er mitt í býnum og stutt er til allar hugsandi hentleikar so sum dagstovn, skúla, handlar og bussleið.
Víst verður til økisásetingarnar í serstøku byggisamtyktini fyri C2-økið og Almennu byggisamtyktina hjá Klaksvíkar kommunu. Møguligur keypari er vælkomin at seta seg í samband við kommununa hesum viðvíkjandi.
Vegleiðing viðvíkjandi ásetingum hjá Klaksvíkar kommunu um byggisamtyktir sæst her: https://www.klaksvik.fo/vegleiding-til-byggisamtykt
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.