Talan er um eitt vælvalla jarðarstykkið uppá heilar 4.792 fermetrar, sum liggur væl fyri á Oyrarbakka í hugnaligum og náttúruvøkrum umhvørvi, stutt frá dagstovni, skúla og ítróttarhøll.
Oyrarbakki liggur væl fyri mitt í Føroyum, og er partur av Sunda Kommunu, sum kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. Harafturat eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.
Alt stykkið liggur sambært almennu byggisamtyktini fyri Sunda Kommunu í øki B, sum er avlagt til sethúsaøki.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.