Talan er um eitt byggiklárt grundøki við góðari staðseting í hugnaligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi.
Allar vanligar leiðingar eru lagdar til stykkið.
Streymnes liggur væl fyri miðskeiðis í Føroyum og er partur av Sunda Kommunu, sum er ein vælvirkandi kommuna, ið kann nøkta alskyns tørvir, ið barnafamiljur, ung og gomul hava. Harímillum kann nevnast tríggir dagstovnar, nýggjur skúli, ítróttarhøll, fótbóltsvøllur og ellisheim, umframt ókeypis bussleið til borgarar í kommununi, ið koyrir millum bygdirnar í tíðarskeiðinum millum kl. 16 og 22 gerandisdagar. Eisini eru tveir stórir matvøruhandlar í økinum.
Sølan er treytað av, at keypari gongur undir, og góðtekur møguligar treytir og byrðar í endaligum skeyti frá Sunda kommunu.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.