Talan er um eina trøð, ið liggur í Støðlunum, beint vestan fyri vatnbrunnin. Ognin er báðumegin vegin, og eru lutirnir ávikavíst 2.667m2 og 3.908m2 til víddar – samlað 6.575m2.
Byggisamtyktin fyri matrikulin er bæði Bústaðarøki B1 og Traðarøki (smá-landbúnaðir).
Ognin er lætt atkomulig, og vegurin er asfalteraður – somuleiðis ber til at seta bil frá sær beint við trøðna.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.