Talan er um eina hugnaliga íbúð í tveimum hæddum í vældámda býlinginum í Berjabrekku. Ognin er innrættað í erva við duri / gongd, køk-alrúmi, einum kamari og baðirúmi. Í niðaru hæddini er durur, køk-alrúm, baðirúm og kamar.
Til ber at byggja íbúðina út í ávísan mun, bæði eystan- og vestanfyri.
Íbúðin liggur í ovastu rekkju í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg. Eigarafelagið hevur felags parkeringspláss, uttanduraøkir og spælipláss.
Stutt er til alskyns hentleikar og bussambandið er gott í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.