Talan er um eina rúmliga íbúð í tveimum hæddum í væl umtókta býlinginum á Berjabrekku.
Íbúðin stendur væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg. Havi er frammanfyri ognina og gott spælipláss, handil v.m. er beint við.
Íbúðin er innrættað á henda hátt:
Í niðaru hæddini er durur, trappugongd, baðirúm, stova og køkur í einum v/atgongd út í hava, bryggers og hjallur.
Í ovaru hæddini er trappugongd, 3 kømur og baðirúm.
Í økinum eru góð parkeringsviðurskifti og felagsøki. Eisini er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.