Talan er um eina ljósa, rúmliga og væl innrættaða íbúð, ið hevur atkomu frá veghædd og stendur í vælumtóktum íbúðarøki í nýggjum grannalagi. Gott útsýni er út á fjørðin og Toftavatn.
Íbúðin er innrættað við duri / gongd, køki og stovu í einum við atgongd út á altan, baðirúmi, tveimum kømrum og bryggersi. Harumframt er eitt úthús.
Íbúðin er staðsett í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi í Runavík, og skjótt er at leggja sær leiðina niðan í hagan ella oman í býin.
Sí virtuella rundvísing av íbúðini her: https://my.matterport.com/show/?m=VeA26dndCFe
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.