Nýtt
boð

Íbúð, Karlamagnusarbreyt 7B, 2.2, Hoyvík

Talan er um eina ljósa og snøgga íbúð, ið er staðsett í livandi og væl umtókta umhvørvinum á Karlamagnusarbreyt. Íbúðin er á næstovastu hædd í íbúðarbygningi, ið hevur bæði trappugongd og lyftu, sum ger tað sera brúkaravinarligt bæði hjá eldri og yngri.

Íbúðin er innrættað við duri, gongd, køki og stovu í einum, baðirúmi og tveimum kømrum. Atgongd er út á tvær altanir frá køki / stovu. Eisini  hoyrir eitt goymslurúm til íbúðina.

Stutt er alskyns hentleikar í nærumhvørvinum, so sum skúla, barnagarð, vøggustovu, til handils, ítrottarhøll, fótbóltsvøll og fríøki. Eisini er busssambandið í økinum gott.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.