Talan er um eina stóra, ljósa og snøgga eigaraíbúð, ið er á ovastu hædd og hevur frálíka staðseting mitt í býnum í Klaksvík.
Íbúðin er heili 103 m2 til víddar, og er innrættað við duri/gongd, trimum kømurum, baðirúmi, køki og stovu í einum við atgongd út á altan og bryggers / vaskirúmi.
Til íbúðina er bæði altan og terrassa.
Stutt er til alskyns hentleikar, so sum skúla, stovnar, handlar, ítróttarøki og annars alt tað, sum býurin hevur at bjóða.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
 
  	Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.