Íbúð, undir Kongavarða 39, 1.tv., Argir

Talan er um eina ljósa og rúmliga íbúð í vælumtókta býlinginum undir Kongavarða. Íbúðin er staðsett í fyrstu hædd í tí ovasta blokkinum – ognin liggur sostatt fyri endan av blindum vegi. Umhvørvi og grannalagið er sera gott, friðarligt og barnavinarligt. Uttanfyri er gott spæliøki og somuleiðis er stutt til dagstovnar og skúla. Felags parkering er til íbúðarblokkin.

 

Íbúðin er innrættað við duri, alrúm/stovu, køki, hjúnarrúm, kamar, kamar/skrivstova v/útgongd til egna terrassu umframt felags, og baðirúm. Til ognina hoyrir eisini egin hjallur og egið goymslurúm. Eigarafelagið er væl skipað og er lyfta í bygninginum.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.