Talan er um eini summarhús, ið eru mest sum liðugt innrættaði. Eisini er el innlagt í alt húsið,
men er tað ikki knýtt í el-netið hjá SEV, og hevur eigarin tí brúkt generator. Vatn til ognina er frá eini nærliggjandi á.
Ein atkomurættur er tinglýstur á grannaognini, og tískil er vegur oman til stykkið.
Húsið er innrættað soleiðis: Í niðaru hæddini er gongd/trappugongd, kamar, baðirúm, køkur og stova í einum, umframt fýrrúm. Í ovaru hæddini eru trappugongd / loftsstova og trý kømur.
Húsið stendur væl fyri í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi niðanfyri vegin ímillum Skálfjørð og Skála.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.