Fastur
prísur

Lutaíbúð, Dalabú 27, Tórshavn

Talan er um stóra og spennandi verkætlan við 44 lutaíbúðum, ið eru bygdar á matr.nr. 804a Tórshavn - Dalabú 1-44, 100 Tórshavn.

Íbúðirnar eru ymiskar í stødd og innrætting, og er ávikavist talan um íbúðir á eitt stað millum 74 og 123 fermetrar í bruttostødd.

Íbúðirnar eru upphitaðar við grønari orku(hitapumpu), hava ventilatión, gólvhita, og ávikavist 1, 2 ella 3 kømur, og harumframt hoyrir altan ella terassa til nærum allar íbúðirnar, og somuleiðis ein goymsluklivi. Parkeringsbásar eru til íbúðirnar, og somuleiðis eru felagsøki og annað, ið øll kunnu brúka í felag.

Í hesari íbúðini er gongd / durur, baðirúm, stova og køkur í einum, og trappa til ovaru hæddina, har eitt stórt og rúmligt kamar er, eins og goymslurúm.

Meiri kunning um tilfar fært tú við at umbiðja tilfar á heimasíðuni undir ognini ”Tilfar til verkætlanina í Dalabú”.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.