Talan er um stóra og spennandi verkætlan við 44 lutaíbúðum, ið eru bygdar á matr.nr. 804a Tórshavn - Dalabú 1-44, 100 Tórshavn.
Íbúðirnar eru ymiskar í stødd og innrætting, og er ávikavist talan um íbúðir á eitt stað millum 74 og 123 fermetrar í bruttostødd.
Íbúðirnar eru upphitaðar við grønari orku(hitapumpu), hava ventilatión, gólvhita, og ávikavist 1, 2 ella 3 kømur, og harumframt hoyrir altan ella terassa til nærum allar íbúðirnar, og somuleiðis ein goymsluklivi.
Parkeringsbásar eru til íbúðirnar, og somuleiðis eru felagsøki og annað, ið øll kunnu brúka í felag.
Í hesari íbúðini er í niðaru hæddini gongd / durur, 2 kømur baðirúm, stova og køkur í einum við atgongd út á altan, og í ovaru hæddini er eitt stórt og rúmligt kamar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
 
  	Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.