Talan er um eitt neyst í tveimum hæddum, har ovara hæddin hevur verið nýtt til bátasmiðju, og niðara hæddin til at flota bátar. Ognin er staðsett á einum grundøkið, ið er 1.035m2 til víddar. Stykkið gongur frá fjørðuni og niðan til vegin, so góðir møguleikar eru at skipa atgongd.
Neystið hevur eina fína staðseting, og eru uml. 340m2 av matriklinum í bústaðarøki (B1), uml. 650m2 av matriklinum í neystaøki (G) og teir resterandi eru til veg. Sí kortskjal á síðu 3 fyri nærri lýsing í mun til byggisamtyktinar, ið gera seg galdandi á matriklinum.
Frá ognini er stutt til miðbýin, og er staðsetingin náttúruvøkur. Vestanfyri ognina er søguliga staðið ’’á sixpencinum’’, ið var økið har Nólsoyar Jógvan veitti sluppunum úr Hetlandi reint drekkivatn fyrr í tíðini.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.