Talan er um eitt neyst í tveimum hæddum ið stendur á eystaru helvt á matrikli ið eisini inniheldur aðra neystagrund.
Neystið hevur fingið skift alt timbur á sunnaru síðu, tekjan er eisini skift í nýggjari tíð og er talan sum heild um eitt neyst ið er vælhildið uttan.
Streymur og vatn er inni í neystinum.
Báturin er ikki góður, men hann fylgir við í søluni.
Bátabrúgvin, sum í stóran mun er stoypt, hoyrir eisini til neystið.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.