Talan er um eini hugnalig sethús í trimum hæddum, ið standa mitt í Sandavági. Ognin er umvæld í stóran mun.
Í miðhæddini er ognin innrættað við inngongd / trappugongd og køki / stovu v/atgongd til altan.
Í ovaru hæddini er trappugongd / gongd, fýra kømur og baðirúm.
Niðasta hæddin er innrættað við einum kamari, og restin er óinnrættað / fýrrúm / vaskirúm / goymslurúm / bilhús og einum partvís innrættaðum baðirúmi.
Runt ognina er tún, havi og stór terrassa, Harafturat er eitt bilhús.
Ognin hevur sera góða staðseting mitt í bygdini. M.a er stutt til handils og barnagarð, umframt at tað er sera gott útsýni út á fjørðin og yvir landslagi.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.