Talan er um eini fjálg og hugnalig hús við góðari staðseting í hugnaliga eldra partinum av bygdini. Gott útsýni er yvir fjørðin og ein part av bygdini.
Húsini eru í trimum hæddum. Í niðastu hæddini er inngongd/trappugongd, vaskikjallari, uppihaldsrúm/kamar og hálvliðugt vesi.
Í mittastu hæddini er baðirúm, stova og køkur í einum, trappugongd, og durur, ið ikki er liðugur.
Ovasta hæddin er innrættað við trappugongd/uppihaldsstovu við útgongd út á altan, tveimum kømrum og hjúnarúmi.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.