Talan er um eini innilokaði sethús í tveimum hæddum við samanbygdum bilhúsi. Húsini eru snøgg og rúmlig, og møguleiki er at seta sín egna dám á ognina. Húsini hava góða staðseting, og útsýnið er gott.
Húsini eru eisini partvíst gjørd innan, og eru m.a. innleggingar førdar til tøknirúmið – t.e. el, vatn, fibur og slangur til hitapumpu. Gólvhiti er lagdur í stovuhæddini, skilaveggir eru settir upp og fyrireikað er til baðirúm á loftinum. Húsini eru liðugt bjálvað til og við dampsperru.
Takið er alu, og klædningurin er timbur. Grundin er stoypt, og somuleiðis er bilhúsið stoypt, eins og stoyptur garður er niðanfyri húsini.
Tekningar, byggiloyvið, v.m. fylgir við.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.