Talan er um eini hugnalig eldri sethús í trimum hæddum, ið standa væl fyri í Trongisvági. Ognin er umvæld loypandi og hevur fingið skift klædning, tekju og vindeygu seinastu árini.
Runt húsini er grasfløta og parkeringspláss – frá ognini er gott útsýni út á fjørðin og er stutt til eitt nú handil, stovnar, skúla og ítróttardepil.
Í miðhæddini er ognin innrættað við trappugongd, køki, spísistovu, stovu og hjalli
Í lofthæddini er ognin innrættað við gongd, trimum kømrum og einum baðirúmi.
Kjallarin er óinnrættaður.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.