Talan er um eini eldri sethús, ið hava eina framúr staðseting mitt í býnum.
Húsini eru í tveimum hæddum og hevur sjálvstøðuga íbúð í niðaru hæddini. Íbúðin er innrættað við inngongd/gongd, tveimum kømrum, baðirúmi og køki/stovu.
Ovara hæddin er innrættað við duri, gongd, køki, stovu við atgongd út á altan, trimum kømrum, baðirúmi og kontóri. Harumframt er trappuniðurgongd til arbeiðsrúm, bilhús, hjall, eitt kamar, baðirúm og fýrrúm.
Runt húsini er havi og sólkrókar. Góður sólargangur og gott útsýni er.
Góða staðsetingin hevur við sær, at bert eitt hanagleiv er til alskyns hentleikar í býnum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.