Nýggj
ogn

Sethús, Einarsvegur 1, Skúvoy

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið standa ovarlaga í bygdini við góðum útsýnið út á opið hav. Húsini eru í erva innrættaði við duri, gongd, køk-alrúm, kamar, baðirúm og trappugongd.

Í niðaru hæddini er trappugongd/kjallararúm, tvey kømur, vaskirúm, eitt kamar og kjallararúm/fýrrúm v/útgongd.

 

Húsini standa í náttúruvøkrum, søguligum og friðarligum umhvørvi í Skúgvoy og er regluligt rutusamband við Sildberanum til Sands. Eisini flýgur tyrlan fýra ferðir um vikuna til/frá oynni.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.