Nýggj
ogn

Sethús, Fjalsgøta 21, Tórshavn

Talan er um eini hugnalig sethús í einari hædd, ið eru staðsett í einum barnavinarligum umhvørvi á Marknagilsvegnum. Grundøkið er heili 807 fermetrar til víddar og eisini er ein lítil sjálvstøðug íbúð í húsinum.

Húsini eru upprunaliga frá 1960’unum, men eru leypandi uppíbygd ígjøgnum árini.

Tey eru innrættað við trimum kømrum, køk-alrúmi, baðirúmi og fýr-/vaskirúmi. Íbúðin er innrættað við einum lítlum køki, kamari/stovu og baðirúmi.

Húsini standa við blindan veg í einum umhvørvi, sum er í stórari menning, og stutt er til alskyns hentleikar. Handlar, skúlar, barnagarður, fifavøllur o.a. er nærhendis. Eisini steðgar bussleiðin beint við.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.