 
      Talan er um eini sethús í tveimum hædddum, ið hava frálíka staðseting á sólsíðuni í Klaksvík. Stutt er til allar hugsandi hentleikar í býnum, so sum handlar, spælipláss, barnagarðar og skúlar o.a.
Í ovaru hæddini er inngongd, gongd, køkur, tvær stovur, vesi og kamar. Í niðaru hæddini er inngongd, gongd, trý kømur og vaskirúm / kjallari.
Til ognina er eisini ein tilbygningur og ein hjallur.
Rundan um húsini er stoyptur garður, har tað er havi/grasvøllur, terrassa og altan.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
 
  	Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.