Nýggj
ogn

Sethús, Gerðagøta 23, Klaksvík

Talan er um eini snøgg og ljós sethús í einari hædd, sum eru staðsett á horninum á Gerðagøtu - eisini kent sum í Heygnum – sum er mitt í býnum.

Húsini eru innrættaði við duri, køki og stovu í einum, baðirúmi og tveimum kømurum. Eisini er krúpikjallari, har oljufýringin stendur, ið kann brúkast til goymslu.

Rundan um húsini er garður, tún og havi.

Fleiri almenn parkeringspláss eru beint frammanfyri húsini, umframt at busssambandið er gott.

Stutt er til alskyns hentleikar í nærumhvørvinum, so sum skúlar, ansingarstovnar, handlar, fótbóltsvøll, ítrottarhøll og frílendi.

Kann við loyvi frá Klaksvíkar kommunu hava eina hædd afturat og ein tilbygning á 27 m2.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.