Talan er um eini hugnalig sethús í tveimum hæddum, ið liggja væl fyri við blindan veg í væl umtóktum og barnavinarligum umhvørvi.
Ognin er innrættað á henda hátt:
Í ovaru hæddini er trappugongd, 3 kømur, hjúnakamar v/klædnarúmi og baðirúm.
Í niðaru hæddini er durur / trappugongd, vesi, køkur og stova í einum við atgongd út á útigólv, kamar / kontór, bryggers, kølirúm og bilhús v/hjalli og goymslurúm.
Harumframt er bilhús og krúpikjallari.
Runt ognina er flísalagt tún og grasvøllur. Stutt er til flestallar hentleikar, ið húskinum tørvar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.