 
      Talan er um eini eldri sethús í trimum hæddum ið standa væl fyri í bygdini – húsini trongja ábøtur og hevði tað tænt sjónligu loftsbjálkunum, snikkaragjørdu trappuni og furutræ-gólvunum at knáar hendur sluppu framat og blásti lív í aftur, í hesi annars sera sjarmerandi hús. Til ognina hoyrir sløtt grasfløta, urtagarður og eitt úthús
Skúli er beint við, og eisini fleiri almenn parkeringspláss. stutt er at spadsera til handilin Eldhús og bakaríði í bygdini. Á Sandi standa náttúruupplivingarnar í kø, og skjótt er at fara vesturum til Gróthúsvatn ella ein gongutúr oman á sandin.
Húsini eru innrættaði í miðhædd við duri/trappugongd, køk/spísistovu, tveimum stovum og einum baðirúmi
Lofthæddin er innrættað við gongd, trimum kømrum og baðirúm.
Kjallarin er óinnrættaður.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
 
  	Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.