Nýggj
ogn

Sethús, Landavegur 75, Tórshavn

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við sjálvstøðugari íbúð í niðaru hæddini. Runt húsini er tún og grasfløta. Eisini er gott pláss at parkera á egnum matrikli.

Á ovaru hæddini er durur, stova, køkur/spísistova, stova, trý kømur, harav eitt hevur útgongd á svala, hjúnarkamar v/baðirúmi, goymslurúm og baðirúm.

Niðara hæddini er innrættað við kjallararúmi/fýrrúmi, kjallararúmi og sjálvstøðugari íbuð við duri, køk-alrúmi, stovu v/útgongd út í túni, tveimum kømrum og einum baðirúmi. Hurð er frá íbúðini og inn í kjallararúmini.

Ognin er staðsett í vesturbýnum, og stutt er til eitt nú skúla, ansingarstovnar, matvøruhandlar. Eisini steðgar bussleiðin beint uttanfyri dyrnar.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.