Nýggj
ogn

Sethús, Langagerði 10, Gásadalur

Gásadalur er kent fyri sítt frisæla ljómi og er eitt frálíkt stað at verða, um tú ynskir at búgva í einum nátúrligum og friðarligum umhvørvi.

Húsini eru í trimum hæddum, har niðasta hæddin er ráður kjallari/bilhús/verkstaður/fýrrúm. Miðhæddin er innrættað við duri/gongd, trappugongd, baðirúmi, stovu og køki, einum kamari, bryggersi, og einum hjalli. Ovasta hæddin hevur trappugongd/gongd, 4 kømur og eitt vesi.

Lítla og serstakliga hugnaliga bygdin liggur í einum náttúru vøkrum umhvørvi, vestast á Vágoynni. Bygdin hevur eina serstaka sjarmu, við teimum traditionellu og nýmótans bygdu húsunum, kringsett av høgum fjøllum og friðarligari náttúru.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Frank Holm
Petur Frank Holm Sølu- og metingarfólk
Petur Frank er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Petur Frank ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur lokið prógv sum finansøkonom. Petur Frank leggur stóran dent á at veita øllum kundum eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 23 44 01 peturfrank@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.