Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið standa í náttúruvøkrum umhvørvi niðarlaga við ánna í Leynum. Húsini eru umgird av einum serstøkum urtagarði við fleiri sólkrókum. Harumframt rennur ein á undir hjallin. Til ognina er eisini altan, yvirdekkaður goymsluskúrur/arbeiðsskúrur og eitt bilhús við terrassu omaná.
Í veghædd er ognin innrættað við duri/trappugongd, tveimum kømurum, kjallara/fýrrúmi og einum goymslurúmi.
Lofthæddin er innrættað við trappugongd, køki/spísistovu, stovu v/brenniovni og útgongd á altan, kamari og baðirúmi.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.