Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið standa ovarlaga í bygdini við blindan veg – frá ognini er sera gott útsýni, ið kann njótast á norðurvendu altanuni. Runt ognina er flisalagt tún, asfalterað niðankoyring, grasfløta og stoypt terrassa við snóratræ.
Ognin er innrættað í erva við duri, gestavesi, gongd, køki- og stovu í einum v/útgongd á altan, tveimum kømrum, hjúnakamari, baðirúmi, barnakamari/kontóri og trappuniðurgongd.
Í niðaru hædd er ognin innrættað við trappugongd, duri/gongd, kamari, kjallararúmi, vaskirúmi, fýrrúmi, millumrúmi/goymslurúmi og innbygdum bilhúsi.
Við høvuðsinngongdina í erva er eisini hjallur.
Ognin liggur í náttúruvøkrum og friðarligum øki á Nesi í Hvalba – stutt er oman í fjørulendið og til sandin.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.