Talan er um eini hús í tveimum hæddum, ið standa væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi og við góðum útsýni yvir fjørðin. Húsini eru einans 25 min. frá miðbýnum í Tórshavn, dagstovnur er beint við og skúlabussurin steðgar eisini beint við.
Í ovaru hæddini eru durur, gongd, trappugongd, køkur, stova, baðirúm og trý kømur.
Í niðaru hæddini eru trappugongd, 3 kømur, baðirúm, køkur og stova í einum, vaskikjallari/fýrrúm.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.