Nýggj
ogn

Sethús og grundøki, Spógvavegur 7 og 9, Tvøroyri

Talan er um eini eldri sethús í tveimum hæddum, ið standa væl fyri í býnum. Húsini eru staðsett í friðarligum grannalagi við blindan veg. Frá ognini er gott útsýni yvir fjørðin, og grasfløta er runt ognina. Stykkið eystanfyri er sín egni matrikul, men tað er partur av søluni.

Húsini eru í erva innrættaði við duri, gongd, køki/spísistovu, baðirúmi, stovu v/útgongd á svala, trimum kømrum og trappuniðurgongd.

Í niðaru hæddini er innrættað við duri, gongd, kjallararúmi/fýrrúmi, kjallarastovu, einum baðirúmi og trappugongd.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Skrásettur ognarmeklari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.