Talan er um eina eldri ogn við fleiri tilhoyrandi matriklum, og íalt er talan um 4.956 fermetrar av jørð, og harumframt 1/9 part av matr. nr. 669b Tórshavn.
Talan er sostatt um matr. nr. 670i, 670q, 671a, 670æ og 1/9 part av matr. nr. 669b Tórshavn.
Ognin liggur partvíst í byggiøki A1 og A2, og parturin niðan fyri vegin er lagt til frílendisøki (D1 – øki). Serstøk byggisamtykt ger seg galdandi.
Ein rímiliga stórur partur av matriklunum er sostatt staðsettur í byggiøki.
Sjálvu húsini eru innrættaði í tveimum hæddum og hava ovasta loft. Ovara hæddin er innrættað við duri/gongd, trappugongd, køki, stovu, tveimum kømrum og baðirúmi. Í niðaru hæddini er stór stova og kjallarúm/fýrrúm/vaskirúm.
Ognin liggur í huganliga økinum yviri við Strond, og er útsýnið yvir fjørðin sera gott.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.