Talan er um eini eldri hugnalig hús í trimum hæddum, ið liggja sera væl fyri miðskeiðis í bygdini. Húsini hava tvey kømur og stóran hjall við síðuna av. Eisini verður jørð, matr.nr. 533 Strendur, selt saman við.
Her er talan um 18 skinn uttangarðs í Heygshaga, umframt heili 18.049 fermetrar innangarðs, harav ein partur liggur í byggilendi mitt í bygdini. Á stykkinum, tætt við húsini, stendur eisini eitt rímiliga stórt seyða-/hoyggjhús í tveimum hæddum.
Alt verður selt saman.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.