Talan er um ein rúmlig og snøgg sethús í tveimum hæddum, ið eru loypandi umvæld og dagførd. Tað er frálíkur sólargangur, vesturskynið liggur inn á ognina við útsýni yvir á Raktanga og yvir fjørðin.
Í niðaru hæddini eru gongd, trappugongd, køkur og stova í einum, kjallararúm og goymslurúm. Í ovaru hæddini eru trappugongd / gongd, baðirúm og fimm kømur.
Hugnaligt øki er niðanfyri húsini við terrassu og hava.
Húsini standa væl fyri í bygdini, og tað er stutt til millum annað skúla, dagstovn og ítróttarøki og annars alskyns hentleikar í nærumhvørvinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.