Talan er um eini væl bygd og vælhildin sethús, sum standa í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi í Saltnesi. Rundan um ognina er flottur havi, og eisini eru fleiri sólkrókar. Góður sólargangur omanfyri og niðanfyri húsini, og frálíkt útsýni er yvir Skálafjørðin.
Gott pláss er at parkera bilar, og tað er bilhús/verkstaður í niðaraparti av ognini. Húsini liggja tætt við eysturoyar tunnilsmunnan.
Húsini eru í tveimum hæddum, ovara hæddin er innrættað við duri, gongd, køki, stovu við atgongd út á altan, trimum kømrum, baðirúmi. Harumframt er trappuniðurgongd til niðaruhæddina, sum er innrættað við trimum kømrum, baðirúmi, gongd, goymslurúmi, vaski/teknikrúmi. Húsini hava jarhita.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.