Nýggj
ogn

Sethús, Skálavegur 258, Skála

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum, ið hava  frálíkt útsýni og hugnaligan hava. Húsini eru undir umvæling, og tískil er talan um eitt sokallað ”handverkaratilboð”, ið loyvir einum møguligum keypara at seta egnan dám á ognina.

Kjallarin bleiv stoyptur í 2023, og klárt er at innrætta íbúðir. Í niðaru hæddini eru dragihurðar, so latast kann upp til garðin og bergtakandi útsýninum yvir Skálafjørðin.

Sethúsini, ið standa á einum grundøki á heili 3.035 fermetrum við trimum ástandandi skúrum, hava framúr staðseting í eini náttúruperlu beint við fríøkið við Prestá, har tað er hugnaligt umhvørvi við hyli, smáttu og gøtu fram við ánni oman til sjóvarmálan.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.