Nýtt
boð

Sethús, Skálavegur 49, Vágur

Talan er um eini sethús í tveimum hæddum við egnari innkoyring og innbygdari garasju. Á suðursíðuni er altan og vestanfyri húsini er terrassa við hitapotti.

Ovara hæddin er innrætta við duri, gongd, køk, stovu v/útgongd á altan, trý kømur, baðirúm, hjúnarrúm v/ vesi og eitt vaskirúm/goymslurúm. Í ovaru hæddini er eisini hjallur. Niðara hæddin er innrættað við fýrrúmi, garasju og tveimum ó-innrættaðum kjallararúmum.

Útsýni er gott og er staðsetingin barnavinarlig og friðarlig.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.