Talan er um ein eldri, hugnalig sethús í trimum hæddum, ið eru leypandi dagførd og viðlíkahildin, og eru innrættaði í einum nýmótans sniði.
Húsini hava staðseting í eldra partinum í Syðrugøtu, og eru innrættaði við inngongd í miðhæddini, duri og køki og stovu í einum. Í ovastu hæddini eru 4 kømur og baðirúm. Í niðastu hæddini er kjallari, ið keypari hevur møguleika at innrætta.
Rundan um húsini er eitt útiøki, har tað er møguleiki at evt. gera hava og parkeringspláss.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.