Nýggj
ogn

Sethús, Víkavegur 51, Klaksvík

Talan er um eini sethús í trimum hæddum, ið hava bilhús og gott útsýni yvir býin. 

 
Húsini standa væl fyri miðskeiðis í býnum, stutt frá alskyns hentleikum. 
 
Báðar ovaru hæddirnar eru umvældar síðstu árini, og íbúð er í niðastu hæddini. Í miðhæddini er inngongd / trappugongd og køkur / stova. Í ovastu hæddini er gongd, trý kømur, baðirúm og goymslurúm v/ stiga til ovasta loft. Í niðastu hæddini er eitt vaskirúm og sjálvstøðug íbúð, ið er innrættað við inngongd, gongd, baðirúmi, kamari, køki (uttan hvítvørur) og gongd / trappugongd, ið keypari hevur møguleika at innrætta til kamar. 
 
Rundan um húsini er bilhús, ið hevur stoypta terrassu omaná, og hjallur er eisini til ognina.

Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen
Jákup Alfredsson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.