Talan er um spennandi innilokað tvíhús í trimum hæddum við góðari staðseting og góðum útsýni úr ovastu hæddini.
Byggiháttur: Grundin er stoypt, og betongdekk er millum niðastu hæddina og miðhæddina. Brannveggurin millum tvíhúsini er somuleiðis betong. Restin av húsunum er timburkonstruktión. Takið er alu, og klædningurin er timbur, og grundin er klødd við Swisspearl.
Ognin verður upphitað við fjarhita, og er hesin er lagdur inn til ognina í niðastu hædd, og er goldið fyri íbinding.
Hvørt tvíhúsið er umleið 220 fermetrar brutto íalt, og er niðasta hæddin atskild frá restini av ognini, og er sostatt vælegnað til sjálvstøðuga íbúð.
Eisini verður stór altan í miðhæddini.
Tekningar v.m. fylgja við.
Busssambandið er gott, og stutt er til allar hugsandi hentleikar
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.