Vinnubygningur, matr.nr. 2 Sund

Talan er um ein orkuvinarligan vinnubygning í einari hædd, ið stendur á leigugrund. Portur eru á vestursíðuni út í móti sjónum, har møguleiki er at gera klárt til at taka bátar upp úr sjónum og inn í bygningin.

Vinnubygningurin er bygdur í 2023 / 2026, og hann er íalt 543 fermetrar til støddar.

Bygningurin er stoyptur upp, og loftið er lagt við dekkelementum, soleiðis at tað ber til at byggja eina hædd afturat uttan at gera nakað meira við konstruktiónina.

Gólvhiti er í øllum gólvinum, og bygningurin er hitaður upp við hitapumpu.

Bygningurin er væl isoleraður við 200 mm ull og dúki.

Hann brúkar einans 2.5-3 t. kr. um mánaðin til el og upphiting, og tískil er hann sera orkuvinarligur.

Klæðingin við timbri er í gongd. Væntandi er bygningurin liðugt klæddur seinni í vár, men er møguleiki at keypa og yvirtaka bygningin, sum hann stendur. 




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclasen
Petur Mohr Niclasen Stjóri
234 402 petur@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.