Grundøki, Heiðatrøðin 24, Tvøroyri

Talan er um eitt grundøki á Tvøroyri, ið er eitt planerað  og er 575 fermetrar til víddar. Allar leiðingar liggja til stykkið.

 

Ognin liggur í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg. Gott útsýni er suðureftir og út á fjørðin. Keypssamtøka er í grannalagnum, og annars stutt til bæði býin og Trongisvág, har barnagarður, skúli og ítróttarøki er.

 

Tekningar fyriliggja upp á sethús, og hesar kunnu útvegast eftir fyrispurningi.

 

Grundøkið er í øki B5 sambært almennu byggisamtyktini fyri Tvøroyrar Kommunu. Sí nærri um byggisamtyktina á heimasíðuni hjá kommununi: https://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=31




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.