Seld

Sethús, Villumsgøta 18, Tórshavn

Talan er um eini hugnalig sethús í einari hædd, ið liggja væl fyri mitt í býnum. Ognin hevur tilhoyrandi terrassu og urtagarð við runnum runt húsini.

Húsini eru innrættaði við duri, baðirúmi, køki- og spísistovu, stovu, trimum kømrum, klædnarúmi og fýrrúmi/vaskirúmi. Úr stovuni er úthurð til terrassu við kvøldarsól.

Frá ognini er sera stutt yvir í hugnaligu viðarlundina og Nonnuskúlin liggur í grannalagnum við sínum stovnum og spæliplássum og lívgar um.

Harumframt er sera stutt at ganga til teir hentleikar, ið miðbýurin hevur at bjóða annars.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.