Grundøkir og veglutur, Hvammavegur 27 v.fl., Trongisvágur

Talan er um 11 sundurmatrikuleraði grundstykkir við tilhoyrandi vegluti, sum verða seld samlað.

Grundstykkini liggja í byggisamtykt B1, sum er bústaðarøki, og eru tey frá 681 m2 til 1.002 m2 til víddar.

Allar leiðingar liggja í vegnum framvið stykkinum.

Samlaða víddin, ið verður seld er sbrt. tingbókunum samanlagt 10.246 m2 íroknað veglut.

Økið er náttúruvakurt og friðarligt - somuleiðis er stutt til stovnar, skúla, frítíðarítriv, handil og ferjuleguna á Krambatanga

Sí nærri um byggisamtyktina á heimasíðuni hjá kommununi: https://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=31




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.