Seld

Sethús, Bakkavegur 13, Porkeri

Talan er um eini hugnalig eldri sethús í trimum hæddum við tilhoyrandi seyðahúsi og hjalli/hoyggjhúsi. Ognin stendur í hugnaligum og veðurgóðum býlingi niðri við havnarlagið og hevur gott útsýni suðureftir fjørðinum og framvið landslagnum.

Í miðhædd er ognin innrættað við duri, trappugongd, stovu, køk/spísitovu og baðirúmi.

Í lofthædd er ognin innrættað við trappugongd og fimm kømrum, harav eitt teirra hevur útgongd á altan.

Í niðastu hædd er ráur kjallari/fýrrúm.

Runt ognina er tún og grasfløta, og eitt snøgt asfalterað parkeringsøki er frammanfyri ognina.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus HerdalurOgnarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.